Siðir
Siðir
Sól og summardagur Í august/septembur halda vit ein sól og summardag úti í garðinum. Vit tendra grillirnar, so vit kunnu njóta eina máltíð saman. Hetta er fyri at samansjóða nýggj og gomul foreldur. Stovnurin bjóðar salat, breyð, kaffi, saft og kaku. Tit hava sjálvi tað við, sum skal á grillina. Ein sera hugnaligur og væl dámdur dagur. Myndatøka Um heystið kemur fotografur at taka myndir av børnunum. Jólahugni Fyrst í desembur hittast vit ein seinrapart, har børn og foreldur kunnu hugna sær við at gera eitthvørt jólaprýði, fáa holukøkur, ein drekkamunn og mandarinir. Jólahald Á Lítlaskógi hava vit valt at hava jólahald ein leygardag, tí vit halda at hetta er ein hugnaligur dagur fyri bæði børn og foreldur. Dagurin byrjar við framførslu av sjónleiki hjá skúlastovubørnunum, síðan er luciagongd, og eftir tað dansa vit um jólatræðið. Vit enda við einum drekkamunni og góðum køkum inni á stovunum, har jólamaðurin kemur. Føðingardagur Lítliskógur lat upp 1. februar. Hendan dagin hátíðarhalda vit við einum felags drekkamunni og lagkøku á Beranum. Føstulávint Føstulávintsmánadag sláa vit tunnu. Børnini koma grýluklødd. Arbeiðs- og marknaðardagur Í mai/juni hittast vit øll ein leygarmorgun, bróta upp um armar og gera ymiskt praktisk innan- og uttandura. Vit fáa ein drekkamunn og ein bita at eta. Starvsfólkið og húsavørðurin leggja til rættis.


