Kunningarskriv
Kunningarskriv fyri fyrru hálvu í 2011.
Fyrst vilja vit ynskja tykkum eitt gott nýggjár, og takka fyri gott samstarv í 2010.
01 feb. : Halda vit 21 ára-føðingardag fyri Lítlaskógi, vit bjóða tykkum ein drekkamunn á Beranum frá kl. 15.00-17.00.
07. mars: Føstulávintsmánadag sláa vit tunnu.
Í viku : 11 og 12. er verkætlan á stovninum.
08 apríl : Ráðleggingardagur, hendan dagin er stovnurin stongdur.
Í viku 23: Sól og summar dagur ímillum 15.15 og 17.00.
Sól og summardagur er eitt afturvendandi tiltak her á Lítlaskógi, vit tendra grillurnar, hava salat, saft, the, kaffi og annað ið har til hoyrir, tit hava tað við sum tit vilja leggja á grilluna, til tykkara familju.
Stovnurin er stongdur í viku 28 – 29 – 30.
____________________________________________________________________
Foreldragjald 2011.
Vøggustovupláss kr. 2.357 um mánaðin í 11 mánaðir um árið.
Barnagarðspláss kr. 1.469 um mánaðin í 11 mánaðir um árið.


