Lýsing
Stovnur: Dagstovnurin Lítliskógur
Adressa: Djóna í Geil gøta 51
Upplatingartíð: 07.30 – 17.15
Telefonnr.: 302280 (skrivstovan)
Fartelefon: 21 91 35 (leiðari)
Telefax: 31 91 51
Leiðari: Beinta Dalbø
Varaleiðari: Heidi Norðoy
Álitsfólk: Beinta Rubeksen
Trygdarumboð: Tóra í Lon og Marita Beck
Teldupost: litliskogur@torshavn.fo
Heimasíða: http://www.litliskogur.fo/
Álvalund skúlastova
tlf. 302276
alvaskul@torshavn.fo
Álvalund vøggustova
tlf.302277
alvavogg@torshavn.fo
Eikilund barnagarður
tlf.302278
eikibarn@torshavn.fo
Eikilund vøggustova
tlf.302279
eikivogg@torshavn.fo
Vættralund innara
tlf.302281
vattrainn@torshavn.fo
Vættralund uttara
tlf.302282
vattrautt@torshavn.fo
Lýsing av stovninum
Dagstovnurin Lítliskógur lat upp 01.02.1990.
Lítliskógur liggur á fríøki, nær við lítlan skóg, fótbóltsvøll, fjøru, Hoyvíkstjørn og Skansan.
Á stovninum eru tríggjar barnagarðsstovur við 3-5 ára gomlum børnum, tvær vøggustovur við 0-3 ára gomlum børnum, og ein skúlastova við 6 ára gomlum børnum.
Stovurnar eru deildar upp í tríggjar eindir: Vættralund, Eikilund og Álvalund. Í hvørjari eind eru tvær stovur; í Vættralund eru tvær barnagarðsstovur við 17 børnum, í Eikilund er ein barnagarðsstova við 17 børnum og ein vøggustova við 12 børnum og í Álvalund er ein vøggustova við 12 børnum og ein skúlastova við 15 børnum.
Umstøðurnar á Lítlaskógi eru:
Køkur, har Maiken ger millummála hvønn dag, umframt døgurða ein dag um vikuna. Køkurin kann eisini nýtast til annað virksemi.
Berin, er eitt sentralt høli, ið verður nýtt til størri felagsvirksemi, so sum sangløtu, jólahald og føðingardag hjá stovninum. Harafturat er møguligt at taka fram reiðskap til kropsligt virksemi/stimbran. Berin er samstundis eitt stað har børn úr teimum ymsu stovunum møtast.
Lundin, ið er felagshøli imillum køkin og beran, virkar í vissan mun, á sama hátt sum berin.
Íblástur, sum er verkstaðurin, har børn hava møguleikan at menna sín skapanarhug og evni. Alt tilfar stendur frammi, so sum perlur, máling, pappír, lørift, fjaðrar, timburamboð við snikkarabonki, sum børnini hava møguleika at nýta.
Garðurin, er karmur um fríluftsvirksemið á sjálvum stovnsøkinum. Garðurin hevur, asfalterað øki, har børnini kunnu sparka fótbólt, og kunnu koyra og súkkla á akførum, ið eru til taks á stovninum, og náturøki, sum umfevnir bratt, ójavnt lendi, so sum bø, trøð, sandkassa, hyljar. Harumframt finst eisini skreiðibreyt, klíviborg/stativ, reiggjur, dandur og spælihús.
Mannagongdir
Starvsfólkið á Lítlaskógi hevur ígjøgnum árini arbeitt við at seta ymiskar mannagongdir á prent.
Ávaringarskipan: Í hvørjum rúmið á stovninum hongur ein rýmingarætlan um eldur skuldi komi í.
Sorgarætlan: Vit hava eina ætlan um, hvussu vit skulu fyrihalda okkum um deyðsfall skuldi rakt stovnin.


