Gerandisdagurin

Starvsfólkið leggur stóran dent á at taka væl ímóti barninum hvønn dag, soleiðis at tit merkja, at tað er í góðum hondum. Tað er somuleiðis sera umráðandi fyri tryggleikan hjá barninum, at foreldrini siga farvæl við barnið. Virksemið, bæði tað ætlaða og tað "spontana" byrjar kl. 09.30. Tað hevur tí stóran týdning, at barnið er komið áðrenn kl. 09.30.

Við okkara skiftandi veðurlagi, skal barnið hvønn dag hava heit klæði, regnklæði og gummistivlar við. Eitt eyka sett av klæðum skal liggja í kassanum. Navn eigur at vera í øllum klæðunum. Hyggið sjálvi eftir, um klæði mangla í kassanum.

Øll børnini fáa mjólk og millummála, harumframt er døgurði hvønn mikudag. Børnini í vøggustovunum fáa blæur. Um børnini hava leikur við heimanífrá, er hetta foreldranna ábyrgd.

Um barn tykkar er sjúkt, vinarliga sigið frá á stovuni. Sjúk ella smittuberandi børn við t.d. fepri, diarré, spýggju, lús, eygnabruna o.ø. skulu verða heima. Heldur ikki ber til hjá starvsfólkum at sita inni við einum barni, ið er sjúkt.

Árligi foreldrafundurin er um heystið, og eina ferð um árið hevur hvør stova sær foreldraviðtalu. Annars eru vit altíð til reiðar at tosa við tykkum, um tit hava eitthvørt upp á hjarta, og somuleiðis siga vit frá.

Stórur dentur verður lagdur á at hava gott foreldrasamstarv. Til dømis hava vit av og á foreldrakaffi á stovunum. Tit er annars altíð vælkomin at steðga á og fáa eitt lítið prát. Starvsfólkið á stovninum hevur tagnarskyldu.

Kalendari

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

Bústaður

Dagstovnurin Lítliskógur
Djóna í Geilgøta 51
FO-100 Tórshavn
Faroe Islands

Tel.: 30 22 80
Fartel.: 21 91 35
T-post: litliskogur@torshavn.fo