Arbeiði/virði

Arbeiði/virði á Lítliskóg

Arbeiði/virði

Ymiskt er, hvussu virksemi verður lagt til rættis á stovunum. Tørvur er ymiskur og menningin er lagað eftir aldurbólkinum á stovuni. Virksemið er litað av teimum dygdum, starvsfólkið á stovuni hevur. Hetta ger, at vit hvør í sínum lagi lýsa okkum aðrastaðni.

Felags fyri øll er tó, at stórur dentur verður lagdur á at hava gott foreldrasamskifti. Fyri at vit skulu kunna geva børnunum ein góðan gerandisdag er týdningarmikið við góðum samskiftið. Hettar leggja vit okkum eftir í tí dagliga prátinum.

Tit er annars altíð vælkomin at steðga á og fáa eitt lítið prát ella biða um eina samrøðu. Vit eru opin, og um trupuleikar stinga seg upp, leggja vit dent á, at teir verða loystir á røttum stað.

Av og á hava vit foreldrakaffi á stovunum. Tað er ymiskt, hvussu hvør stova skipar hetta. Tá gera vit ein drekkamunn við onkrum afturvið.

 

Trivnaður

Vit leggja okkum eftir at børn, foreldur og starvsfólk trívast á okkara stovni, tí vit vita at ein treyt fyri menning er trivnaður. Eisini er týdningarmikið, at vit føla okkum væl og verða sædd í gerandisdegnum.

Hetta gera vit millum annað við sosialum tiltøkum so sum sól og summardegi, foreldrakaffi, jólahaldi og øðrum siðum, umframt við dagligum práti og persónligum viðmerkingum, sum fjálga um.

 

Umsorgan

Vit stremba eftir, at pláss skal verða fyri okkum øllum. Vit mugu føla okkum væl, kenna okkum heima og hava umsorgan fyri hvørjum øðrum á Lítlaskógi. Um vit skulu kenna okkum sum heil menniskju, er týdningarmikið, at pláss er fyri okkara ymiskleikum, og at tínir eginleikar verða virdir í gerandisdegnum.

Vit hava ymiskar mátar og vanar sum t.d. at vísa kenslur og mørk ella okkara serliga máta at gera ávíst og samskifta uppá.

Hetta gera vit við at brúka okkara ymiskleika í virkseminum. At geva hvørjum øðrum íblástur og rós fyri t.d. fjølbroytni í temadøgum, sangløtum og verkætlanum. At "síggja" hvønn annan, tosa jaligt við hvønn annan soleiðis, at tú følir, at tú ert týdningarmikil.

 

Humor

Vit vilja hava ein stovn fullan av látri og humori. Tað vilja vit, tí tað er alneyðugt og lættir um samskiftið - ein týdningarmikil eginleiki at hava. Hetta gera vit við tilvitað at koma við einari stuttligari viðmerking, at flenna at okkum sjálvum og við at fjanta og fjáka.

 

Undran

Tað er týdningarmikið at stundum steðga á og undrast. Tú reflekterar yvir, hvat tað var sum hendi, og tú hugsar um, hvat tú hevur gjørt - um tær ymisku støðurnar, vit eru í. Tað gera vit við at taka okkum tíðina til at fokusera á okkurt ávíst ella eina ávísa støðu. Í staðin fyri at fylgja upprunaliga ætlaða málinum, steðga vit á og undrast.

Kalendari

«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

Bústaður

Dagstovnurin Lítliskógur
Djóna í Geilgøta 51
FO-100 Tórshavn
Faroe Islands

Tel.: 30 22 80
Fartel.: 21 91 35
T-post: litliskogur@torshavn.fo